Skolt Sami spellchecker
A spellchecker for Skolt Sami, made by members of the language community, and by the Divvun and Giellatekno groups at UiT The Arctic University of Norway
Teir flestu rættstavararnir á Borealium eru bygdir inni á undirstøðikervinum hjá GiellaLT, har teir eru grundaðir í opnari keldukodu. Aðrir rættstavarar eru eisini á Borealium, og teir kunnu bæði hava opna og afturlatna keldukodu.
Á Windows rigga GiellaLT-rættstavararnir á MS Office, LibreOffice og nógvum øðrum forritum. Á macOS rigga teir í teimum flestu forritunum.
Fyri at brúka GiellaLT-rættstavararnar á LibreOffice á macOS mást tú leggja hetta ískoytisforritið til LibreOffice inn á telduna.
Rættstavararnir hjá GiellaLT verða lagdir inn á telduna við Divvun Manager, og teir verða eisini sjálvvirkandi dagførdir av Divvun Manager.
Tøkt á Divvun Manager
Divvun Manager er eitt ókeypis forrit við opnari keldukodu, sum tekur sær av máltøkniligum amboðum sum rættstavarum, knappaborðum og teldutaluskipanum. Tað riggar á bæði macOS og Windows.