DivvunSpell til LibreOffice
Eitt ískoytisforrit til LibreOffice, sum gevur atgongd til rættstavarar hjá Divvun.
Á Windows brúkar tú Divvun Manager til at leggja hetta ískoytisforritið inn á telduna. Tað verður lagt inn sjálvvirkandi, um tú hevur LibreOffice á telduni.
Legg tað á tína macOS-teldu
- Legg allar viðkomandi rættstavarar inn við Divvun Manager
- Tak .oxt-fíluna niðanfyri niður á telduna
- Tak .oxt-fíluna inn í ískoytisforritini (plugins) í LibreOffice
- Endurtendra LibreOffice
Nú kanst tú brúka rættstavaran á málunum, sum tú longu hevur lagt inn.